Búmerkið hjá felagnum

Myndir úr vakra heiminum hjá einum kunda.

Vit eru so heppin, at vit hava fingið hesar flottu myndirnar úr vakra og hugnaliga heiminum hjá einum kunda. Eitt heim við nordiskum stíli. Stór vindeygu, nógv dagsljós og ótrúliga flott útsýni. Køkurin, møblarnir, sengurnar og lampurnar eru frá Eikini, og vit fara at skriva eitt sindur um tað her.

Hesin kundi valdi svarta Prato køkin frá KVIK. Við snikkaragjørdum træskuffum og dragihurðum í oynni og flottum yvirskápum við spottum, riggar hesin køkurin fantastiska væl. Borðplátan er svart kompakt-laminat, og eymhettan er í kókiplátuni.

Spísiborðið stendur ikki langt frá køkinum, og gongur træliturin í skuffunum aftur í spísiborðinum. Væl umtókta runda Stella spísiborðið, við beinum í miðjuni, kann leingjast við heili 4 eykaplátum. Spísiborðið og bakið á spísiborðstólunum eru natúroljað eik.

Sofan er ein Symfoni byggisofa, ið kann byggjast eftir mátunum í rúminum, og Sidney sofaborðið riggar ótrúliga væl til rúmið - tað er sama snið sum spísiborðið.

Hvat halda tit um Tom Dixon lampuna í gongini? Wauw! Flytbara borðlampan á spísiborðinum er sama snið og merki.

Kamarið er innrættað við dragihurðaskápi eftir mát, einari góðari ZensiZone song og so er flotta náttborðið prikkurin yvir i’num.

Grovkøkurin og gongsmøbilin eru eisini frá KVIK

Fleiri myndir.