Myndir úr vakra heiminum hjá einum kunda.
Vit seldu fyri tíð síðani ein køk til ein kunda, sum hevði valt sær ein slættan hvítan front. Einfalt og elegant. Køkurin hevur eina 10 mm kompakt laminat borðplátu, við undirlímaðum vaski, og topmonterað greb, sum ger, at kundin sleppur undan at hugsa um hol avstandin um hann ynskir at skifta grebini út um nøkur ár. Kundin hevur sjálvur valt, at gera síður úr træ til køkin, og hetta hóskar seg sera væl til gólvið, og gevur køkinum eina natúrliga útsjónd eisini. Fronturin eitur Veda, og borðplátan eitur Light Mika.