Flottar myndir úr heiminum hjá einum kunda.
Hendan flotta, stóra Symfoni byggisofan varð sniðgjørd eftir mátunum og ynskjunum hjá eigaranum. Ein rúmlig og lekkur sofa úr ektaðum svørtum leður. Katrine sofaborðini verða eisini gjørd eftir mát og ynskjum og fáast í nógvum ymiskum litum, formum og støddum. Spísiborðið er eitt langborð við hvítari laminatplátu, sum hevur 3 eykaplátur goymdar í borðinum. Hesin kundin hevur valt at keypa 3 eykaplátur eyka, so borðið verður heili 5 metrar langt við øllum plátunum – tá sleppur øll familjan til borðs. Við sínum skandinaviska stíli rigga teir hvítu Stressless spísiborðstólarnir við lenifunktión eisini fantastiska væl til borðið og eru ótrúliga góðir at sita í.